John Pauli Vilhelm, John Postmaðurin nevndur, tí hann gekk við posti í sunnaru helvt av Suðuroy. Tá vóru ongir vegir, so gingið varð eftir varðagøtunum um fjøllini.
Á myndini er: John Pauli Vilhelm
Árstal:
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá avvarandi hjá John V. Petersen.
Úr Postsøguni, sum Vilhelm Johannsen skrivaði:
Maðurin, sum gekk ímillum við postinum, æt John Vilhelm, og varð vanliga róptur Johnurin. Hann byrjaði í 1906 og gavst 31. januar 1951. Tey fyrstu árini bar hann postin út í húsini og tók eisini ímóti farandi posti.
Tá hann hevði avgreitt Porkeri og Hov gekk leiðin norður til Øravíkar. Hagani fekk hann skjúts um fjørðin yvir á Tvøroyri, har hann avhandaði farandi postin úr syðru helt, og tók ímóti nýggjum posti at hava við suðuraftur til Vágs.