B36-VB 10. august í 1968. VB vann dystin 2-1. Málini skutu Eyðun Johansen og Hanneman Muller.
Myndin er eftir tann nógv umrødda dystin, tá B36 longu høvdu hátíðarhildið at teir vunnu FM – tí dysturin ímóti var mettur at verða ein avgreiðsluspurningur. Við tað at B36 tapti, gjørdist KÍ FM-vinnari í 1968.
Á myndini:
Aftast frá vinstru: Petur Winther, Páll Augustinussen, Heri Johansen, Eyðun Johansen, Páll Kjærbo.
Í miðjuni frá vinstru: Páll Leo, Hans Jacob Hjelm.
Fremst frá vinstru: John Hansen, Óli Holm, Petur Strøm, Hanneman Muller, Hans Pauli Strøm.
Árstal: 1968
Myndina tók: Jenna Nolsøe (sum var ein gamal TB’ari, hevði spælt við TB sum ungur, men sum búði í Havnini tá. Páll Augustinussen fekk myndina frá Jenna Nolsøe árið eftir, í 1969)
Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Pidda Strøm.