Damptrolarin Rádni TG 780 við kei í Vági. Innanfyri Rádna liggur sluppin W. G. Marshall TG 732.
Trolarin Rádni TG 780 var upprunaliga eitt enskt krígsskip, bygdur sum ein korvetta av sonevnda “Isles class navel trawler”, sum vóru brúktar til at taka burtur minur og verja havnir. Tilsamans vóru bygd 197 skip av hesum slagnum í árunum 1939 til 1945. Rádni, sum upprunaliga æt HMS Herschell, varð bygdur í 1942. Í 1946 skifti Rádni navn til Eirikur hin Reyði og varð í 1947 keyptur til Vágs og fekk navnið Rádni. Tað vóru Dánjal Joensen, Óla Horn, Elith Godtfred o.a. sum áttu Rádna.
Rádni var ein damptrolari, 49,99 m. langur og 8,38 m. breiður. Bygdur hjá G.T. Davie & Sons í Lauzon í Quebec í Kanada.
W. G. Marshall varð smíðað í Grimsby í 1885 og var 97 BRT til støddar. Eigari var J. A. Godtfred í Vági. Marshall fór á land 19. september 1956 og sakk vestanfyri Sandoynna.
Á myndini:
Árstal:
Myndina tók:
Mynd úr myndaalbum hjá Annu Petersen (Annu hjá John). Myndina hevur Bygdasavnið fingið frá Óla Petersen.