Á hestbaki

Edmund Djurhuus og smádrongur á hestbaki (drongurin er møguliga Kurt, sonur Elin við Hvanndalsá, sum doyði ungur).

Á myndini eru: (frá vinstru) xx og Edmund Djurhuus

Árstal:

Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá

Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.

Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.

Author: Admin

2 thoughts on “Á hestbaki

  1. Johan við Hvanndalsá átti ongan son,men systur hansara Elin átti Kurt.Kurt doyði av ferðsluvanlukku,tá hann var um 18 20 ára gamal.Hann átti lastbil,og fór útav við bilinum,áleið úti
    í Klyvinum.Johan við Hvanndalsá átti eina dóttur,sum eitur Louisa, og hevur búð niðri frá ungum árum av.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *