Tey spæla.
Á myndini eru:
Árstal:
Myndina tók: Sanna við Hvanndalsá
Bygdasavnið hevur fingið myndina frá Elisabeth Joensen. Maður Elisabeth, Alvin Joensen (sáli), bjargaði eina rúgvu av negativum hjá Sannu við Hvannadalsá, sum skuldu beinast burtur, hesi hevur Bygdasavnið fingið og eru tey skannaði inn.
Um Sannu við Hvanndalsá Sanna við Hvanndalsá – ella Susanne Djurhuus (*05.06.1895 – †03.05.1973), sum hon varð doypt – var á ungum árum í Danmark og lærdi til sjúkrasystur. Og tá fekk hon eisini áhugað fyri myndatøku og tók nógvar myndir, sum vit í dag hava gleði av. Tær flestu myndirnar eru merktar við tekstinum “parti fra…” og eru myndirnar tí lættar at kenna aftur.
Børn spæla við Hvannadalsá. Húsini hjá Mariannu go Petur Dahl á Gørðunum koma akkurát undan. Drongurin í hvítari skjúrtu er Edmund Djurhuus, aftan fyri stendur Torkil Strøm, og framman fyri Edmund er Mortan Strøm. Mortan Djurhuus stendur aftan fyri tann í føroyskari húgvu, og tann fremsti kundi verið Jákup Johannesen á Brekkuni, sum alla sína tíð búði í Keypmannahavn. Húsini til høgru eru tey hjá Bramhús-Jóhannu og Eiðis Jóan Paula (frá 1947 Frelsunnarherurin). Uppi í bønum síggjast húsini hjá Juliu og Havnar-Jørgen, seinni Inu og Lars (Davidsen) í Æðuvík.